##med2##
Aftaná føroysku borðtennisleikararnir vóru útslignir í kappingini í tvímansleiki á oyggjaleikunum á Guernsey fekk Miðlahúsið orðið á leiðaran fyri føroyska borðtennishópin, Peter Hentze Niclasen fyri at taka samanum føroysku avrikini.
Tað eydnaðist at fáa øll fýra føroysku pørini víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, og tað var í sær sjálvum gott. Tó var vónað, at Henrietta Nielsen og Britt Michelsen kundu vinna seg í hálvfinaluna, og harvið tryggja Føroyum eitt heiðursmerkið. Men tær taptu tepurt í fjórðingsfinaluni fyri Schmidt/Lundblad úr Grønlandi.
Í einmansleiki eydnaðist at fáa seks av átta leikarum víðari í kappingini, men har gjørdist fjórðingsfinalan hjá Henriettu Nielsen endastøðin.
At enda sum nummar sjey av 15 liðum í liðkappingini var eitt lítið vónbrot fyri føroyska hópin.
Tó er talan um ein ungan hóp. Tí hevur Peter góða vónir um framtíðina.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra ljóðsamrøðuna Miðlahúsið gjørdi við Peter Hentze Niclasen.