OYL 23: Skúlanæmingur úr Guernsey slapp at heilsa upp á løgmann

Níggju ára gamla Isla og floksfelagarnir hava skrivað um hvør sín oyggjaleika-oyggjabólk. Isla skrivaði um Føroyar

Mynd: ÍSF

Á Guernsey hava tey gjørt nógv burturúr í samband við oyggjaleikirnar.

 

Skúlar á Guernsey hava eisini brúkt høvið til at læra børnini um hini oyggjalondini, ið kappast á oyggjaleikunum.

 

Níggju ára gamla Isla og floksfelagar hennara hava skrivað um hvør sín oyggjaleika-oyggjabólk.

 

Isla hevur skrivað um Føroyar, og hevur sett væl inn í føroysk viðurskifti.

 

Ígjár var tað so heppið, at Aksel V. Johannesen, løgmaður skuldi handa heiðursmerki í borðtennis, og uttanfyri høllina fekk Isla høvið at heilsa upp á "The Prime Minister" úr landinum, ið hon hevur skrivað uppgávu um. 

 

Á myndini sæst Isla við nøkrum av tí hon hevur skrivað um Føroyar. 

 

Mynd: ÍSF