OYL 23: Kurvabóltskvinnurnar taptu við bert tveimum stigum

Føroyska kvinnulandsliðið í kurvabólti tapti sera tepurt fyrra dystin um fimta plássið

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya

Tað manglaði ikki nógv í, at føroyska kvinnulandsliðið í kurvabólti aftur skrivaði søgu og vann fyrsta dystin nakrantíð á oyggjaleikunum.

 

Seinnapartin tapti føroysku kvinnurnar sera tepurt 36-38 fyri Jersey í tí fyrra dystinum um fimta plássið.

 

Føroysku kvinnurnar fáa tó ein nýggjan møguleika klokkan 11.30 í morgin, tá tær aftur møta Jersey í tí seinna dystinum um fimta plássið.

 

Søguligu kvinnurnar fáa enn ein møguleika at skriva søgu á oyggjaleikunum. 

 

 

 

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya