Føroysku bogaskjúttarnir vunnu aftur heiðursmerki á oyggjaleikunum á Guernsey í dag.
Í dag vunnu recurve-skjúttarnir silvur í blandaðu liðkappingina head-to-head, har taparin verður útsligin og vinnarin fer víðari til næsta umfar, líka til finaluna.
Føroyska liðið vann seg í finaluna móti Gotlandi, har eystrasaltsbúgvarnir fóru við sigrinum.
Bogaskjúttarnir hava higartil vunnið okkum fýra heiðursmerki.
Ígjár vann Jóannes Poulsen gull í compound, Hans Petur Højgaard vann gull í recurve, og Føroyar vunnu somuleiðis gull í liðkappingini í recurve.