Brøðurnir Tórur og Jóhan Fløtt gjørdust ígjár partur av einari søguligari stórhending hjá Gozo.
Ígjár vunnu brøðurnir, Tórur og Jóhann Fløtt ávíkavist silvur og bronsu í olympiskum skeet úti á skjótibreytini.
Ovast á sigurspallinum var Marlon Attard úr Gozo. Talan er um fyrsta gullheiðursmerkið hjá Gozo á oyggjaleikum, og tí var fagnaðurin stórur millum gozo-búgvarnar, ið vóru til staðar. Marlon Attard hevur soleiðis ritað seg inn í ítróttarsøguna hjá Gozo.
Marlon Attard vann kappingina við 52 stigum. Tórur hevði 46 stig og Jóhann hevði 38 stig.
##med2##