##med2##
- Hesum hava vit arbeitt hart fyri. Orðini eigur ein fegin ÍSF-forseti, Elin H. Joensen.
Á aðalfundinum hjá Oyggjaleikanevndini í morgun bleiv kunngjørt, at Føroyar verða vertur fyri Oyggjaleikunum 2031. Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at ein samd Oyggjaleikanevnd hevur samtykt, at Føroyar eru “preferred bidder for the 2031 games”. Hetta merkir, at arbeiðið at fyrireika Oyggjaleikirnar 2031 kann byrja.
Men longu í 2027 mugu tey í ÍSF vera klár at leggja alt fram fyri altjóða oyggjaleikanevndina: Umstøðurnar til ymisku ítróttargreinarnar, umstøður til gisting, útlendsk miðlafólk o.s. fr. Innan stutta tíð verður ein oyggjaleikasamskipari settur til at standa á odda at fremja alt hetta í verki.
Elin heldur ikki, at tað verður nakar trupuleiki at fáa sjálvboðin hjálparfólk til leikirnar í Føroyum, tí sum er eru nógv sjálvboðin fólk innan allar ítróttargreinir.
Fyri oyggjaleika-ítróttargreinarnar hevur tað eisini alstóran týdning at fáa ein møguleika at vísa seg fram á heimavølli í Føroyum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu við Elina H. Joensen um oyggjaleikirnar í Føroyum í 2031.