Tað skrivar Tórshavnar kommuna:
– Fyri at betra um framkomuna hjá býarbussum, kavagrevstri og tí dagligu ferðsluni sum heild, verður frá týsdegnum 10. desember 2024 parkeringsforboð eisini í vestaru síðu á Varðagøtu, millum Varðabú og Pedda við Stein gøtu.
Á myndini omanfyri sæst, hvar tað nú er vorðið bannað at parkera.