Í løtuni fiska trý partrolarapør upsa og annan hvítfisk, og tvey pør fiska gulllaks.
- Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið brúkiligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, og møguliga loysir okkurt parið aftrat.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, og tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk.
- Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ger yvirlitstrolingar og fær mest av hýsu og toski.
Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari er undir Føroyum, og ein er í Eysturgrønlandi. Báðir fiska svartkalva.
Tveir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
- Tríggir eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski.
Sagt verður eisini, at trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap, og allir koma inn at landa í næstu viku.