Pensjónistar skulu ikki mótroknast í arbeiðsinntøku

Sambært hagstovuni vóru tað 4.000 fólk í Føroyum millum 67-74 ár í 2021, og av hesum vóru tað 1.200 løntakarar.

 

 

 

Sostatt høvdu heili 30% av øllum pensjónistum millum 67-74 ár eina arbeiðsinntøku.

 

 

 

Hetta er nógv meir enn í Evropa, har einans 10% av pensjónistum millum 67-74 ár arbeiða.

 

 

 

At arbeiða er stórur partur av okkara samleika, tí tað er á arbeiðsmarknaðinum vit brúka okkara førleikar og tað er eisini har vit í stóran mun eru í einum felagskapi og føla, at vit gera mun.

 

 

 

Tískil skulu vit fyri alt í verðini ikki revsa okkara pensjónistar fyri at fara til arbeiðis, tí hetta er gull vert fyri okkara pensjónistar og okkara samfelag, og hetta fer heilt sikkurt at økja um arbeiðsútboði.

 

 

 

Eg setti ein fyrispurning til landstýrismannin í Almannamálum, hvat tað vildi kosta fyri landskassan um øll mótrokningin av arbeiðsinntøku hjá pensjónistunum bleiv avtikin. Svarið var, at hetta vildi kosta umleið 70 mió. kr.

 

 

 

Eg meini, at um vit strika mótrokningina, so tjenar landið hesar pengarnar væl og virðiliga innaftur í øktum skattainntøkum, tí so kunnu pensjónistar arbeiða frítt uttan at hugsa um, nær og hvussu nógv tey verða mótroknaði.

 

 

 

Tí mæli eg til at strika mótrokningina av arbeiðsinntøku beinanvegin. Mest sannlíkt kemur hetta ikki at kosta landskassanum nakað, tí fleiri pensjónistar vildu hildi á at arbeitt, og eisini arbeitt meira enn tey annars vildu gjørt við mótrokning.

 

 

 

Hetta er bæði meira virðiligt fyri okkara pensjónistar, umframt at tað er gott fyri arbeiðsmarknaðin og samfelagið sum heild.

 

 

 

 

 

 

 

Erhard Joensen,

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið