Poul Andreas Lava Sirdal til minnis

Nøkur orð um okkara trúfasta vin Poul Andreas Lava Sirdal

Nú, ið vit rættiliga fóru at stákast til jóla, komu tungu boðini um, at okkara trúfasti vinur, Poul Andreas, brádliga legði árarnar inn, 80 ára gamal.

 

Poul Andreas var úr Klaksvík. Hann var sjómaður, sum ungur, og var við trolara, men nógv tey seinnu árini arbeiddi hann á Kósini.

 

Poul Andreas fekk góða konu av Hellunum, sum var honum dyggur stuðul, fitt, spøk, dugnalig og arbeiðssom.

 

Thomina og Poul Andreas fingu fýra børn, sum øll eru fryntlig, skilagóð og røsk.

 

Poul Andreas var familjukærur og var væl inni í slekt. Hann var áhugaður í vinnulívinum í Klaksvík og fylgdi við, hvat bátarnir fingu, sum komu aftur av útróðri. Eisini var hann áhugaður í, hvussu gekst á fjalli, og hvussu skurðurin var í teimum ymsu hagapørtunum. Væl dámdi honum at fara á fótbóltsvøllin at hyggja, tá ið KÍ spældi.

 

Eg (Jóhann) kom at kenna Poul Andreas, tá ið eg, sum blaðungur, fór at ganga á fjall á Biskopstø, har Poul Andreas var fjallmaður. Eisini gingu vit á fjalli saman á Skarði, og vinaband varð knýtt okkara millum.

 

Vit báðir vitjaðu hvønn annan, og vit prátaðu í telefon. Tað var nógv seyðaprát, sum báðir høvdu áhuga í.

 

Poul Andreas var av raskastu og fermastu monnum. Hann gekk á fjall nógvastaðni og var raskur fjallmaður og flettingarmaður. Sterkur var hann, ágrýtin, bersøgin, djarvur, og hann fírdi ikki fyri nøkrum.

 

Poul Andreas var hegnigur. Eg plagdi at bera honum flettingarknívarnar, sum hann brýndi fyri meg. Tað fall honum sera lætt. Tað var eingin, ið fekk knívarnar so hvassar, sum Poul Andreas.

 

Góður kokkur var Poul Andreas eisini, dugdi væl at matgera og fáa føroyska matin at smakka framúr væl.

 

Poul Andreas gav náttúruni ans og hevði virðing fyri henni. Hann hevði áhuga fyri kríatúrum og var góður við kríatúr.

 

Ofta spurdi hann eftir heimalambinum, sum vit høvdu í fleiri ár, og einaferð, á vetri, segði eg honum, at tá ið eg fór niðan í seyðhúsið at geva seyðunum, gekk ein hara ofta uttanfyri, og einaferð, um summarið, fortaldi eg honum, at eitt tjaldur hevði reiður tætt við húsið, og hvørja ferð eg prátaði við Poul Andreas eftir tað, spurdi hann eftir haruni og eftir tjaldrinum. Hann vildi vita, hvussu teimum gekst. Hann var sannur djóravinur.

 

Poul Andreas var innløgumaður, og hann var gávumildur. Ofta kom Poul Andreas inn við døgurðamati til okkum og seinni, tá ið hann ikki var væl gongdur, ringdi hann og bað meg koma til teirra eftir mati.

 

Tað er ikki smávegis, sum vit hava fingið frá honum ímillum ár og dag av góðum fiskamati, rabarbum, knettum og frikadellum av besta slagi, sum hann sjálvur hevði gjørt. Snøgt og nossligt hevði hann pakkað matin í passaligar nøgdir. Hetta kom alt samalt sera væl við, og eru vit honum takksom fyri tað.

 

Hendi tað, at vit gjørdu honum onkran lítlan beina, so lønti hann okkum tað ríkiliga aftur.

 

Fyrstu ferð eg (Betta) hoyrdi um Poul Andreas, var, tá ið eg sum smágenta fór út á keiina við pápa á Norðoyastevnu at hyggja at kappróðri.

 

Ein maskinbátur stimaði í heilum inn og út eftir vágni, og eg spurdi pápa, hví so var. Tá svaraði pápi, at hetta var skyldmaður hansara, Poul Andreas, som sigldi við útvarpsmanninum, ið segði frá kappróðrinum.

 

Seinni komu vit at kennast rættiliga væl, og svaraði eg telefonini, tá ið Poul Andreas ringdi, so spurdi hann ofta eftir pápa. Skyldskapurin okkara millum stavar av Syðradali á Kalsoynni.

 

Pápi eldist, og tá ið Poul Andreas einaferð spurdi eftir skyldmanninum, læt eg einki serligt at livimátanum.

 

Poul Andreas var mangan stuttligur og segði nakað soleiðis: “Bíða nú! Eg skal skaffa honum kalvahøvd, so man hann fara at ernast!”

 

Pápi flenti óført, tá ið eg segði honum hetta. Kalvahøvdini komu. Ikki veit eg, um pápi ernaðist stórvegis, men tað varð ikki niður aftur lagt av mammu og pápa, so væl hildu tey, at hesin forkunnugi døgurði smakkaði.

 

Poul Andreas var góður í ráðum. Eg kundi spyrja hann um ymiskt, sum hevði við fisk, kjøt og annan mat at gera, sum eg ikki fekk at eydnast so væl, sum eg vildi, og altíð fekk eg góð ráð, sum dugdu, og sum eg fylgi enn.

 

Poul Andreas var ikki ráðaleysur, og hann vildi fegin hjálpa. Sjálvt, tá ið eg var fongd við nýrastein, bað hann meg drekka eplasoð. Eg skuldi kóka epli við ongum salti í og drekka soðið. Tað havi eg gjørt síðani og við góðum úrsliti.

 

Eitt kvøldi, hann kom at vitja, gramdi eg meg um, at hvirlan, sum eg eigi, nyttaði einki longur. Hann bað meg vísa sær knívin í hvirluni, og síðan bað hann um at fáa eitt brýni.

 

Hann settist at brýna við køksborðið, meðan hann prátaði og drakk kaffi, og eftir hetta var tað, sum hevði eg fingið nýggja hvirlu. Knívurin gjørdist so sera hvassur aftur, at hann var ikki vandaleysur at handfara.

 

Fyri nøkrum árum síðani ringdi Poul Andreas eitt kvøldi sera rørdur at fortelja mær, at hann hevði fingið ein abbason. Hann elskaði síni abbabørn og var stoltur av teimum. Nú gleddist hann um, at hann eisini var langabbi.

 

Eitt, sum honum dámdi væl, var at geva abbabørnunum “ordiligan” mat, sum hann tók til. Hann segði, hvussu hugaligt tað var at síggja, hvussu røsk børnini vóru at eta og høvdu góðan matarlyst.

 

Seinnu árini kom Poul Andreas ikki nógvastaðni, tí hann var illa gongdur, men hann var tó at síggja á vegnum í bili, og ofta var hundurin við í bilinum. Møtti hann okkum í bili sínum, steðgaði hann, og vit fingu hugnaligt prát úti á vegnum.

 

Ein trúfastur vinur og ein býarmynd er burtur, men vit goyma góð minni um Poul Andreas, ið var sera góður við okkum.

 

Poul Andreas hevði nógvar vinir, og vit eru mong, ið fara at sakna hann, men størstur er saknurin hjá konu og børnum við familju og hjá systur hansara, Elinoru.

 

Harrin troysti tykkum, ið eftir sita.

 

Ærað veri minnið um okkara holla og trúfasta vin: Poul Andreas Lava Sirdal.

 

Jóhann og Betta