Raðfesti menniskja fram um tunlar og asfalt

Sum mamma at fimm børnum merki eg væl í dagligdegnum, hvussu samfelagið ávirkar okkum og tekur dýrabara tíð frá okkum. Tíð, sum vit áttu at havt saman við børnunum.

 

 

 

Nú rakar so eisini inflasjónin allar barnafamiljur hart. Og hetta mugu vit sum samfelag gera nakað við. Vit mugu broyta ymiskar skipanir soleiðis, at tað verður lættari at vera ein barnafamilja og veita stuðul til tey, ið hava tørv á tí, so øll kunnu hava eitt virðiligt og gott lív her í Føroyum.

 

 

 

Í okkara húsarhaldi eru vit tveir løntakarar, sum bæði arbeiða fulla tíð fyri at fáa endarnir at røkka saman. Og hvat inniber tað so? Jú, tað inniber, at tíðin hjá okkum, saman við okkara fittu børnunum verður tikin frá okkum og ikki minst teimum. Og soleiðis sum samfelagshjólini mala í dag, so kennir ein seg eitt sindur sum ein hamstara, sum rennur í sínum hjóli. Vit fara upp, til arbeiðis, fáa frí, keypa inn, gera døgurða, ruddað av, gera matpakkar, leggja børn, song og so ”alt om igen”.

 

 

 

Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum seta arbeiðsvikuna niður á 37 tímar. Hetta vildi givið okkum tríggjar tímar eyka saman við famijluni, sum eftir mínum tykki verða tríggir dýrabarir tímar.

 

Eitt, sum eg vil arbeiða fyri saman við Javnaðarflokkinum, er at geva skattalætta til lág- og miðallønt. Sjálv starvist eg fulla tíð, men tá eg fyrst byrjaði mína starvsleið sum sjúkrarøktarfrøðingur, byrjaði eg á brøki 0,8. Eg sá skjótt, at hetta als ikki bar til fíggjarliga og fór tí upp á fulla tíð. Men skattaskipanin er skeivt skrúva saman, tí netto havi eg ikki samsvarandi meira eftir í mun til, at eg fór 6000 kr upp í grundløn. Hetta skal sjálvandi broytast. Tað skal loysa seg at arbeiða. Sum ein partur av skattalættanum, skal tað eisini gevast ein hægri barnafrádráttur, sum fyrst og fremst skal markast til familjur við miðal og lægri inntøkum.

 

Javnaðarflokkurin vil eisini geva øllum, sum arbeiða á umsorganar- og heilsuøkinum eitt lønarlyft, og saman við styttri arbeiðsviku kann hetta veruliga gera ein mun, sum tey so dyggiliga hava uppiborið. Eg starvist sjálv innan hetta økið, og tí er týdningarmikið, at vit fáa eina talskvinnu sum meg, sum veruliga vil hetta.

 

Eisini vilja vit gera gerandisdagin lættari og taka mvg av gerandisvørum so sum mjólk, breyð, grønmeti og frukt. Hetta eru allar gerandisvørur, sum familjur keypa nógv av hvørja viku, og tískil hevði hetta munað. Vit skulu eisini styrkja um Príseftirlitið og Brúkaratrygd fyri at tryggja, at brúkarin veruliga fær rætta prísin.

 

 

 

Men sjálvandi verða øll ikki bjargað við hesum tiltøkum, og tí skal samfelagið eisini lata fíggjarligt ískoyti, tá skipanirnar als ikki røkka.

 

 

 

Við hesari dagsskránni er allur ivi vónandi burtur. Tað er Javnaðarflokkin, tit skulu velja. Og skulu tit hava eitt umboð, sum livir mitt í øllum hesum meldrinum, so er rætta valevnið Birita Iversen.

 

Jú, tað skulu tit, tí eg sjálv merki hesar avbjóðingar, sum allar barnafamiljur hava HVØNN dag. Bæði inflasjónina og hesar alt ov lágu lønirnar, vit fáa fyri stóra arbeiðið og tænastuna, vit veita á umsorganar- og heilsuøkinum. Eg fari ikki at gevast fyrr enn, vit eru komin á mál :

 

 

 

Málið er greitt: Arbeiðsvikan skal styttast, lønin innan umsorganar- og heilsuøkið skal upp, so allar barnafamiljur fáa lættari gerandisdag!

 

 

 

Um tú vilt hava eina sum meg, sum veruliga fari at arbeiða fyri teg, set so X við Biritu Iversen 8. des.

 

 

 

Birita B. Iversen

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum