Ragnhild Ellingsgaard: - Tjaldingarøkið verður sum ein góð veitsla

Konseptið við tjaldingarøkinum á Summar Festivalinum verður nakað broytt í mun til undanfarnu ár

Ragnhild Ellingsgaard er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum. Hon heldur at ein av stóru fyrimununum, tá tað kemur til fyrireikingarnar av øllum teimum praktisku tingunum, er at tað eru tey somu fólkini, ið ár um ár eru við til at skipa fyri Summar Festivalinum.

 

- Tað góða við Summar Festivalinum er at tað altíð eru tey somu fólkini, sum hava tær somu uppgávurnar. Vit hava gjørt hetta í fleiri ár, og tá gongur tað væl tí øll vita júst hvat skal gerast.

 

- Tað eru eini 60 færri campingpláss í ár takkað verið byggivirksemi í býnum. Hvussu er við tjaldingarøkinum?

 

- Tað er altíð eitt sindur ringt at siga áðrenn, tí tá Summar Festivalurin liggur so nær at ólavsøkuni, sum hann ger í ár, so er tað ikki fyrrenn eftir ólavsøkuna at vit veruliga síggja hvussu tað fer at vera. Tað var ikki fyrrenn í gjár at vit byrjaðu at selja nógv tjaldingarpláss. Vit hava skipað tað eitt sindur øðrvísi í ár. Vørumerkið fyri tjaldingarøkið hevur altíð verið tað stóra indianaratjaldið, har ein barr og tónleikur hevur verið í, men tað tjaldið brúka vit ikki í ár. Í ár brúka vit alt økið til tjaldarar. Í staðin hava vit tikið hasa gøtuna, ið gongur niðan frá sparikassanum og yvir til skúlan, har inngongdin til tjaldingarøkið er og har seta vit eitt 18 metra stórt tjald upp har vit hava pláss fyri eini 50 fólkum, sum kunnu sita inni við stólum og borðum. Í tjaldinum fer at bera til at keypa sær okkurt at drekka, okkurt lætt at eta og føroyskan ís. Um morgnarnar fara fólk at kunna keypa sær nýbakaðar bollar til morgunmat í tjaldinum.

 

Veðrið og stemningurin stýrir skránni á tjaldingarøkinum

 

- Ein ungur drongur kemur eisini at hava pop-up undirhald á tjaldingarøkinum. Hann fer at skipa føroyskan dans, pub quiz og ymisk spøl. Hetta er ikki á skránni hjá okkum, men verður annað uppá nær fólk eru á økinum og hvussu veðrið háttar sær. Um nógv fólk leita sær yvir á tjaldingarøkið at fáa sær morgunmat og verður veðrið við okkum, so fáa morgunmatargestirnir í stóra tjaldinum eisini livandi country tónleik afturvið morgunmatinum. Tjaldingarøkið verður sum ein góð veitsla, har man fylgir stemninginum og virksemi ikki verður stýrt av eini fastlæstari skrá.

 

- Blái krossur verður eisini til staðar og teirra básur plagar altíð at draga nógv fólk at sær. Tey fara, sum altíð at gera nógv burturúr og har verður ókeypis vatn, kaffi, kaka og suppa at fáa.