##med2##
Hetta er svigardótturin Rebekka. Hon er júst liðug sum heilsurøktari, og hevur eina langa lívsleið fyri framman. Sonurin og hon hava búð í Ålborg, ímeðan tey hava lisið.
Rebekka brennir fyri sínum faki. Tá hon greiðir frá, hvussu arbeiðsdagurin hjá henni hevur verið, so lýsir andlitið á henni. Um hvørjar støður hon verður sett í, og hvat lesnaðurin hevur givið henni av amboðum at veita umsorgan.
Rebekka hevur heilt sikkurt heitar hendur og eitt serliga skilagott høvd og eitt stórt hjarta.
Næsta summar er ætlanin at flyta heim aftur til Føroyar. Rebekka gleðir seg at arbeiða innanfyri hetta øki her heima og gera mun, men lága lønarlagið og eyka arbeiðstrýstið ger hana ótrygga.
Um eg verði vald, so fari eg at arbeiða av øllum alvi fyri, at Rebekka kemur heim til eitt starv, har hon trívist, og har lønin er samsvarandi arbeiðsbyrðu og ábygd. Tað er mítt størsta ynski fyri hesa dugnaligu kvinnu og øll okkara dugnaligu starvsfólk innan heilsu- og umsorganarøkið.
Í valskránni hjá Tjóðveldi melda vit greitt út um vælferðarstørvini. Tjóðveldi fer at seta 50 mio av til at lyfta lægstu lønirnar. Arbeiðsvikan verður stytt, samstundis sum tað ber til at arbeiða í vaktum. Tjóðveldi ynskir at tryggja fólki møguleikan at arbeiða fulla tíð og at bøta um arbeiðsumhvørvi og arbeiðskorini.
Eg gleði meg serliga nógv til Rebekka kemur heim næsta summar.
X við Gudny Vang
X við Tjóðveldi