Rehabiliteringsdepil skal setast á stovn

Eg vil framhaldandi kempa fyri rehabiliteringini í Føroyum. Tað eru helst mong, sum halda, at nú má eg steðga við at snakka upp í saman um rehabilitering. Men vit eru ikki á mál og eg brenni fyri tí – so eg sleppi tí ikki.

 

Tað er at fegnast um, at nógvur peningur er settur av til endurvenjing, sum er ein partur av rehabiliteringini. Tað eru mong, ið fáa ta tænatu, teimum tørvar. Tó eru enn fleiri manglar. Tað mangla enn tilboð, ein greið samskipan og ikki minst ein yvirskipað lóg, sum tryggjar, at borgarin fær tær tænastur, hann hevur tørv á.

 

Í nógv ár hava vit tosað um samskipan og samstarv, men tað er sjón fyri søgn, at tað ikki er hent nokk. Góði tankin um hesa samskipan hevur ikki rokkið á mál, tí vit mugu bara staðfesta, at fólkini, sum hava brúk fyri hesum ymisku tænastunum, merkja ikki, at tey eru í miðdepli – tey detta hinvegin niðurímillum. Felags fyri tey flestu er, at tað mangla samskipaðar tænastur og tað verður ikki sett inn rættstundis.

 

Vit hava nógvar skiparnir við nógvum dugnaligum starvsfólkum og tað er als ikki tey, man skal kasta skuldina á. Tey gera eitt fantastiskt arbeiði. Trupulleikin er, at hesar tænastur og starvsfólk eru spjadd út á ymiskum støðum, bæði alment og privat, og vit hava ikki eitt stað sum loftar.

 

Vit hava tørv á einum rehabiliteringdepli. Hesin depil skal tryggja samskipan á økinum og skal rúma fleirifakbólkum, sum kunnu taka ímóti, visitera og tryggja,at borgarin fær tær tænastur sum tørvur er á, við at samskipa tænasturnar sínamillum. 

 

Sum støðan er í dag, er neyðugt at savna ymisku fakbólkarnar úr teimum ymisku skipanunum, sum eru spjaddar runt – fyri at hjálpa sjúklinginum. Tað merkir ikki neyðturviliga, at alt skal bara vera á einum stað reint fysiskt. Høvuðsuppgávan hjá deplinum er at taka ímóti, visitera, møguliga viðgerðast ella vísast viðkomandi til rætta stað við góðari samskipan av tænastunum. Um júst tann tænastan so er í sjálvum deplinum ella er plaserað aðrastaðni, er ikki altavgerandi.

 

Ein fortreyt fyri einari væleydnaðari fyriskipan er, at tað verður tikið hædd fyri samlaðu likamligu, sálarligu og sosialu  støðuni hjá persóninum, fyri at kunna virka í gerandisdegnum. Umframt  rehabilitering, má hædd eisini takast fyri teimum, sum hava tørv á habilitering, tvs. teimum við varandi breki, ið hava tørv á tænastum og viðgerð alt lívið. 

 

Vit skulu hava eina smidliga og góða tilgongd sum liggur í einari fastari legu.

 

Ein tilgongd, har eitt fólk við førleikatarni, tey avvarðandi og fakfólkini samstarva. Endamálið er at geva teimum fólkum eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív, sum annaðhvørt hava fingið – ella eru í vanda fyri at fáa – álvarsliga skerd evni. Óansæð um tað er likamliga, sálarliga ella sosialt.

 

Hægsta ynskið hjá sjúklinginum er at koma fyri seg aftur, og fáa møguleikan at vera maki og foreldur aftur, umframt at gerast virkin aftur á arbeiðsmarknaðinum. Tað ynskið vil eg gera mítt ítasta fyri at føra út í lívið. Eg eri ikki liðug enn.

 

 

 

Rósa Samuelsen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið