Fyrsta málið á skránni til tingfundin 22. oktober er »Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af partistøtteloven«. Tað snýr seg um danskan stuðul til politisku flokkarnar í Føroyum.
Talan er um stuðul frá danska fólkatinginum, sum verður býttur út til flokkarnar eftir atkvøðutali.
Tað snýr seg um nógvar pengar, sum flokkarnir fáa í ríkisstuðuli, Sambandsflokkurin, sum fær mest, fær góðar 300.000 krónur um árið í ríkisstuðuli úr Danmark. Næstmest fær Javnaðarflokkurin, sum fær góðar 280.000 krónur.
Tjóðveldi hevur rætt til góðar 180.000 krónur, Fólkaflokkurin til 155.000 krónur, Miðflokkurin 45.000 krónur, meðan Framsókn einki fær. Orsøkin er, at Framsókn fekk ov fáar atkvøður við seinasta fólkatingsval.
Tjóðveldi hevur ikki søkt um stuðul síðani 2015, boðar flokkurin frá.
Talan er um stuðul frá Fólkatinginum til politiskar flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval. Flokkarnir – ella uttanflokkavalevni – fáa 37 krónur fyri hvørja atkvøðu, sum teir fáa. Men treytin er, at flokkarnir ella uttanflokkavalevni, fáa í minsta lagi 1.000 atkvøður. Annars fáa tey ongan stuðul. Framsókn er einasti flokkur, sum ikki rakk upp á 1.000 atkvøður við seinasta fólkatingsval, tí hevur flokkurin ikki rætt til danskan ríkisstuðul hetta valskeiðið.
Orsøkin til at málið kemur í Løgtingið nú er, at tey í Danmark eru vorðin varug við, at lógin, sum kom í gildi í Danmark í 1987, av misgávum ongantið er komin í gildi í Føroyum, sjálvt um tey hava goldið pengar til føroysku flokkarnar eftir lógini. Tí steðgaði útgjaldið í 2022.
Ætlanin er nú at seta lógina formliga í gildi í Føroyum, so tey aftur kunnu gjalda út pengar, helst eisini tað, sum ikki er goldið síðani 2022.
Síðani vera trý uppskot frá Fólkaflokkinum til viðgerðar. Talan er um uppskot »1. viðgerð LM-020/2024 - Uppskot til samtyktar um fígging til egnan bústað til yngri fólk, um »1. viðgerð LM-021/2024 - Uppskot til samtyktar um mvg afturbering fyri bústaðabygging«
og um » 1. viðgerð LM-019/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Hækkan av barnastudningi)«.