Rørslutarnað demokrati?

Tórshavnar kommuna hevur eina fantastiska tænastu til rørslutarnaðar borgarar.

 

Sjálvur havi eg verið bundin av koyristóli í 6 ár og havi hesa tíðina havt ta frægd at hvønn leygarmorgun fara í tað hugnaliga Kaffihúsið í Vágsbotni. Har koma vinfólk, familja og kenningar oman, og vit hava eina góða løtu saman.

 

Hetta eru ljóspunkt í mínari tilveru.

 

Men nú leygardagin hevði kommunan stongd miðbýin fyri allari ferðslu, so har var onki at gera, men vit í  brannbilinum megnaðu kortini at sníkja eftir mongum síðugøtum oman á Skálatrøð. Tíverri var hetta ov langt burtur hjá fleiri illa gongdum gestum (vit eru ikki ungfólk).

 

Orsøkin til at stongja miðbýin var umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu, og stuttligt nokk er tema fyri vikuna flutningur og m.a. heilsa hjá okkum borgarum.

 

Í fleiri ár havi eg heldur ikki kunna verið á Ólavsøku ella hildið flaggdagin á Vaglinum, tí tá eru enn fleiri partar av býnum stongdir fyri ferðslu.

 

Tey boðini eg siti eftir við í koyristólinum eru at her er ikki brúk fyri rørslutarnaðum ella øðrum illa gongdum borgarum.

 

Tí spyrji eg úr koyristólinum:

 

Er hetta demokrati fyri rørslutarnað?

 

Ella rørslutarnað demokrati?

 

 

 

Vh Eyðun Andreassen