Rói og liðfelagarnir vóru fyri fyrsta tapinum á heimavølli

Aftaná tríggjar sigrar á rað var tap í hendi hjá Hallby í kvøld

Landsliðsleikarin, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld ímóti Skövde í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Undan dystinum hevði Hallby vunnið tríggjar dystir á rað, og hevði Hallby ikki tapt á heimavølli hetta kappingarárið.

 

Í kvøld var tó tap í hendi. Skövde vann dystin 29-26. Útiliðið var á odda 15-12 í steðginum.

 

Hallby er á tí sera týðandi áttanda plássinum, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum. Hallby hevur níggju stig fyri níggju dystir.

 

Rói skoraði trý mál upp á átta málroyndir.

 

Liðið hjá Ísaki Vedelsbøl og Óla Mittún, Sävehof er nummar fimm í deildini við 10 stigum. Fremst er Ystad við 14 stigum, so tað er sera javnt í deildini.