Blokada í Kollfjarðadali í sambandi við arbeiðaraverkfallið í 2001

Roknast kann við drúgvum verkfalli

Dómurin um fakfelagsfrælsi var í 2006. Talan er soleiðis um fyrsta arbeiðaraverkfall síðani tað stóð arbeiðarum frítt at vera limur í fakfelag

Blokada í Kollfjarðadali í sambandi við arbeiðaraverkfallið í 2001

Tað var ein dómur í ES dómstólinum í 2006 sum gjørdi greitt, at tað stendur fólki frítt at vera limur í fakfelag. Fyri tað tíð vóru eksklusivsáttmálar, har arbeiðsgevarar og fakfeløg avtalaðu, at tey bara kundu hava fólk í starvi, sum vóru limir í fakfelag.

Eftir tann dómin broytti til dømis danska Fólkatingið lógina samsvarandi. Ta er ongantíð gjørt í Føroyum, men við sáttmálasamráðingarnar í 2007 var tað eitt ófrávíkiligt krav frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, at avtalan um eksklusivsáttmála varð strikaður úr sáttmálanum. Og so varð.

Greitt er ikki, hvussu stórur partur av arbeiðarafjøldini er limur í fakfelag. Tað vita tó arbeiðsgevararnir, tí tað er felt í sáttmálan, at tað er arbeiðsgevarin, sum flytir limagjaldið, sum síðani verður trekt av lønini.

Tað merkir í mun til seinasta verkfall, at tað eru fólk, sum skulu til arbeiðis, hóast starvsfelagar eru í verkfalli. Spurningurin er tí, hvussu leikur fer, og um fakfeløgini fara at blokkera soleiðis, at hesi starvsfólk ikki fáa røkt sítt arbeiði.

Sum skilst er støðan hjá arbeiðsgevarum, at teir ikki mæla til at leiðslur gera sær dælt av hesum fólkum, sum eru til arbeiðis og noyða tey at gera annað verkfalsrakt arbeiði. Men tey eiga og skulu gera tað arbeiði, tey vanliga gera.

 

 

Blokada í Kollfjarðadali í sambandi við arbeiðaraverkfallið í 2001