Rósa skal als ikki óttast Kristin Michelsen

– Har eru avgjørt ongar injuriur í hasum lesarabrævinum »Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar«, sigur royndur advokatur

Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, í sambandi við, at Kristin Michelsen í útvarpinum kravdi eina treytaleysa umbering frá Rósu Heinesen, sum hevur skrivað lesarabrævið »Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar!«

 

Kristin Michelsen tekur sær tykni av, at hon í yvirskriftini skrivar »Ein fallos og annar«. Við útvarpið segði hann, at hann hevði googlað seg fram til, hvat »fallos« merkir, og tað var ikki pent.

 

Sprotin forklárar fallos sum »kynslimurin á mannfólki – oftast avmyndaður við standing og sum symbol fyri tann skapandi máttin í natúrini«.

 

Og tað er júst tað, ið greinskrivarin skipar til við stóra skorsteininum, sum Varðin skal byggja á Tvøroyri, ið so nógvur orðadráttur hevur verið um, og til stórlætissinnið hjá borgarstjóranum, at »alt skal vera so stórt«.

 

Her er lesarabrævið hjá Rósu Heinesen: Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar!

 

Jógvan Páll Lassen sigur, at hann mátti lesa lesarabrævið hjá Rósu Heinesen umaftur, tá hann hoyrdi Kristin Michelsen í útvarpinum.

 

– Eg mátti vita, at um tað var okkurt, sum eg hevði yvirsæð, men tað var tað ikki. Hon kann vera púra rólig, tí har er einki at koma eftir, sigur royndi advokaturin, sum als ikki heldur, at hetta yvirhøvur verður eitt mál í rættinum.

 

– Og verður tað eitt mál, so verður stuttligt at vera verji hjá Rósu Heinsen, sigur hann, tí har eru slett einki injurerandi í upp á nakran máta, sigur hann.