»Rose’s Cafe« – ein nýggj matstova í Sundalagnum

Ferðavinnan hevur nú fingið ta ávirkan í Sundalagnum, at nýggj matstova er latin upp við Ljósá. Gamli salurin hjá brøðrunum í bygdini er umbygdur til matstovu.

Tað eru Rose Alemayehu Poulsen, sum saman við manninum, Pól Poulsen, hava latið matstovuna »Rose’s Cafe« upp. Rose hevur í fleiri ár arbeitt innan føroysku matvinnuna, men hevur altíð droymt um sjálv at eiga og reka eina matstovu. Tað er nú vorðið veruleiki við Rose’s Cafe, sum er einasta matstovan eystaru megin í Sundalagnum.

Rose er ættað úr Etiopia og hevur tikið útbúgving innan matgerð (culinary-school) í Washington í USA.

##med2##

Leygardagin 13. juli verður stórt altjóða sjálvtøkuborð í Rose’s Cafe. Á sjálvtøkuborðinum verða leskiligir og spennandi rættir úr Kina, Japan, Indonesia, Grikkalandi, Italia og Etiopia frá kl. 13.00 til 17.00.

##med3##

##med4##