Russar dripið 44 fólk í Ukraina í nátt

Sambært ukrainska forsetanum varð ein útbúgvingarstovnur og eitt sjúkrahús nærindis rakt av tveimum ballistiskum rakettum.

Í morgun frættist, at russar høvdu skotið bæði rakettir og dronur eftir málum í Ukraina í nátt, og at fleiri fólk høvdu latið lív á álopunum.

 

Tíðliga seinnapartin í dag hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, boðað frá, at tilsamans 41 fólk eru deyð í russiskum rakettálopi á Poltava.

 

Hetta segði hann í einum video-broti á boðtænastuni, Telegram. Umframt tey deyðu, eru fleiri enn 180 fólk særd í álopunum.

 

Sambært ukrainska forsetanum varð ein útbúgvingarstovnur og eitt sjúkrahús nærindis rakt av tveimum ballistiskum rakettum.

 

- Fólk endaðu undir leivdunum. Umframt tey 41, sum lótu lív, vórðu nógv bjargað, men fleiri enn 180 eru løstað í álopinum.

 

Útlendskir miðlar skriva, at tað er ikki heilt greitt, nær álopið varð framt.

 

Men í morgun segði russiska loftverjan, at tey høvdu skotið tvær ballistiskar rakettir eftir Ukraina í nátt.

 

Í Poltava búgva nøkur hundrað túsund fólk, og býurin liggur einans tíggju kilometrar úr russiska markinum.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga tíðliga seinnapartin.