Ukrainska loftverjan skeyt í nátt niður 20-tals rakettir, sum russiski herurin sendi móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Loftávaring var um alt Ukraina í nátt og borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at bjargingarlið vórðu send til fleiri økir í høvuðsstaðnum.
Sum skilst, vóru fleiri skaðar, bæði materiellir og á fólk, sum vórðu rakt av vraklutum av niðurskotnum russiskum rakettum.
Sambært vitnum hoyrdust fleiri harðar spreingingar í Kyiv, men hildið verður, at spreingingirnar serliga stava frá loftverjuni.
Vitalij Klitsjko sigur, at eitt vatnverk í útryðjuni av høvuðsstaðnum varð partvís oyðilagt í russisku álopunum.
Loftávaringar vóru eisini í gongd í øðrum landslutum í Ukraina í nátt, har staðfest varð, at russiskar rakettir vóru í luftini.
Í Póllandi siga myndugleikarnir, at flogfør vórðu send avstað í nátt at verja pólskt loftrum har suðuri í landinum.
Russiska álopið í nátt kom júst eina viku eftir, at sjey fólk í Ukraina lótu lív, tá Russland sendi 200 rakettir og dronur eftir málum í Ukraina.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga tíðliga í morgun.