Moralska aspektið
Tað er ikki rætt av okkum at samstarva við krígsbrotsmenn av slíkum slagi sum Vladimir Putin. Saman við stýrinum í Kreml fremur hann dagliga yvirgang móti grannatjóðini Ukraina, sum er næststørsta landið í Evropa.
Putin hevur lagt seg eftir at oyðileggja orkuskipanirnar, soleiðis at fólkið í Ukraina ikki skal hava ravmagn ella varma. Eisini leggur hann seg eftir at oyðileggja vatnleiðingar so at fólkið ikki skal fáa vatn. Veturin stendur fyri durum og er tað planur hansara at brúka kuldan sum hópdrápsvápn.
Ræðuleikanir í Ukraina kenna ikki sín líka í okkara parti av heiminum í nýggjari tíð. Tí eiga vit ikki at hava samstarv við russisku tjóðina.
Búskaparliga aspektið
Búskaparliga hevði sáttmálaslit við Rusland onga neiliga ávirkan havt á samfelag okkara, kanska tvørturímóti. Verður tað tikið við, at útlendskur eigaraskapur eisini er í parti av veiðutólunum, so minkar tað eisini um búskaparligu avleiðinganar.
Eisini er helst talan um eina reduktión í co2 útlátinum.
Vit kundu fiskað uppisjóvarfiskin, sum russar annars fiska í føroyskum sjógvi. Hetta hevði ført við sær, at grundarlag varð fyri einum uppisjóvarvirki afturat.
So hvat viðvíkir arbeiðsplássum, so er helst eisini talan um áleið sama tal, sum tað eru í russiska partinum av Barentshavinum. Talan hevði sotatt verið um eina umlegging av fiskiflotanum. Eftir hvat eg havi skilt á vinnulívsfólki, ið hava skil fyri hesum, so hevði ein slík umlegging verið møgulig og saktan kunnað latið seg gjørt.
Altjóða aspektið
Allur umheimurin sanktionerar Rusland og tiltøkini herðast, so hvørt londini eru før fyri at boykotta, uttan at tað fær alvorligar fylgjur fyri fólk teirra.
Sæð við útlendskum eygum, so ganga vit beint ímóti, hvat allur vesturheimurin annars tekur sær fyri.
Fiskiveiðuavtalan gevur ikki bara russum fisk, men eisini atgongd til eitt øki í vesturheiminum sum er stak áhugavert í militærum samanhangi. Fiskiveiðuavtalan letur upp eitt portur inn í Norðuratlantshavið og vesturheimin. Við tí avmarkaða eftirliti, sum vit hava við russiskum skipum, so kunnu russar saktans innflyta hernaðarligar komponentar umvegis Føroyar. Um tað skuldi hent, so seta vit eitt alvorligt stempul á okkum sum fólk, víðari til okkara eftirkomarar!
Verandi fiskavirki í Føroyum
Ført hevur verið fram, at um fiskaríi í russiska partinum av Barentshavinum heldur uppat, so koma fiskavirki í Føroyum at mangla rávøru. Hetta er ein pástandur uttan nakað sum helst hald í. Í løtuni er tað bert ein av trolarunum í Barentshavinum, sum førir óvirkaðan fisk heim til Føroya. Einki er til hindurs fyri at nevndi trolari verður tann, sum heldur fram at fiska av norskari kvotu í Barentshavinum ístaðin fyri í russiskum sjógvi.
Ránsveiða
Sæð í mun til tann fisk, sum russar fáa í føroyskum sjógvi, so er ein alt ov stórur russiskur floti av fiskiskipum í føroyskum farvatni. Einasta haldbara frágreiðing er, at tað fer ein skipað russisk ránsveiða fram í føroyskum farvatni.
Fiskimaðurin á feltinum undrast yvir mynstrið, ið russar fiska eftir, og ivast teir ikki í at russar fiska annað enn tað, teimum er tillutað.
Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri.