Russland gjørdi í nátt umfatandi álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv við dronum. Tvey fólk vórðu dripin, og fleiri vóru særd.
Álopið í nátt er tað størsta í móti Kyiv, síðani innrásina í februar í fjør, skrivar Ritzau.
Ukrainska flogvápnið sigur, at Russland brúkti 54 sonevndar kamikaze-dronur í álopinum, og at 40 teirra vóru sendar ímóti Kyiv. 52 av dronunum vóru skotnar niður av loftverjuvápnum.
Russiska álopið á ukrainska høvuðsstaðin kemur samstundis, sum bíðað verður eftir einum stórum ukrainskum mótálopi, sum hevur verið fyrireikað í eina tíð.
Sambært BBC hevur leiðarin av ukrainska trygdarráðnum sagt, at ukrainski herurin fer at gera eitt stórt mótálop ímóti russiskum deildum í næstum, og at álopið kann byrja "í morgin, ovurmorgin ella um eina viku".