Í morgun klokkan 07.20 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein rútur er brotin í løgtingshúsunum.
- Um rúturin er brotin í morgun ella í nátt, vita vit ikki beint í løtuni, sigur løgreglan.
Tá vit høvdu vaktleiðaran í telefonini fyri løtu síðan, var fráboðanin um brotna rútin júst komin.
- Vit halda okkum hava fatur í tí, sum hevur framt herverkið.
Vaktleiðarin legði aftrat, at tað vita tey helst nærri um eitt sindur seinni.
Dagføring:
Stutt eftir klokkan 08 visti løgreglan at siga, at ein persónur nú er handtikin í málinum.
Viðkomandi hevði kastað ein stein gjøgnum rútin í løtingshúsunum og verður skuldsettur fyri herverk.