Skrásett krabbameins-tilburðir í 30 ár

Í gjár skipaði Heilsustýrið fyri móttøku fyri Sæunn Ólavsdóttir Hansen í sambandi við, at hon 1. januar í ár hevði skrásett krabbameinstilburðir í Føroyum í 30 ár

Heilsustýrið skrivar at arbeiðið hjá Sæunn Ólavsdóttir Hansen við at skráseta staðfestar tilburðir av krabbameini í Føroyum byrjaði 1. januar 1995, tá føroyska heilsuverkið yvirtók krabbameinsskrásetingina, sum frammanundan fór fram í Danmark. Hon starvaðist tá sum leiðsluskrivari á Landssjúkrahúsinum.

 

Samstundis sum hátíðarhildið varð, at Sæunn Ólavsdóttir Hansen hevur arbeitt við krabbameinsskráseting í 30 ár, hevði hon eisini 35 ára starvsdag í føroyska heilsuverkinum.

 

Krabbameinsskráin varð flutt frá Landssjúkrahúsinum til Heilsustýrið at umsita 1. september 2023, og heitt varð tá á Sæunn Ólavsdóttir Hansen um at fylgja við, soleiðis at haldast kundi fram eftir sama yvirskipaða leisti. Sæunn Ólavsdóttir Hansen hevur sostatt starvast í Heilsustýrinum í hálvtannað ár, har hon hevur ment og lagt lag á skrásetingina. Arbeitt verður eisini við at nútímansgera og talgilda arbeiðsgongdir við skrásetingini.

 

Endamálið við at savna og goyma upplýsingarnar í Krabbameinsskránni er:

 

- At gera hagtøl og frágreiðingar um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum.

 

- Gransking innan krabbamein.

 

- At greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja til rættis í sjúkrahúsverkinum.