Tað var tann tíð, tá saltfiskur var okkara høvuðsvinnað, og høvuðsframleiðslan var, sjalvandi, í Suðuroynni. Suðuroyggin var føroyska kraftsentrið, miðdepulin, har hópin av fólki flutti suður at vinna sær sítt livibreyð.
Saltfiskur er ikki longur høvuðsvinnan, aðrar vinnur eru komnar, m.a. Varðin Pelagic, sum okur eisini eru errin av.
Men kortini hevur flaka- og saltfiskavinnan ómetaligan stóran týdning fyri lokalsamfelagið í Suðuroynni. Hóast avbjóðingar á heimsmarknaðinum, hevur flaka- og saltfiskavinnan dugað sera væl at laga seg til broytta marknaðin.
Komi eg a Ting, vil jeg framhaldandi virka fyri, at henda vinnan fær betri sømdi. Krav mitt skal verða, at allur fiskur skal um føroyskan keikant og virkast av ídnum hondum í Føroyum. Flutningsstuðulin millum lond skal aftur raðfestast og fraktkostnaðurin millum oyggjar javnsetast.
Í dag er tað botnfiskurin og uppisjóvarfiskurin sum eru fundamentið undir vælferðini í oynni, og tí skal vinnan hava best møguligu karmar – karmar sum okur mugu standa saman um og framhaldandi berjast fyri.
Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin