Samanlegging: Ongin fólkaatkvøða í Fámjins kommunu

Í fjør varð farið undir at greina spurningin um kommunusamanlegging ímillum kommunurnar í norðaru hálvu í Suðuroyni, tað eru: Fámjins, Tvøroyrar og Hvalbiar kommuna. Tað arbeiðið varð lagt fram í mars og hava tað eisini verið borgarafundir, har kunnað hevur verið um frágreiðingina, skrivar Suðurrás.

 

Nú hava kommunustýrini í teimum trimum kommunum viðgjørt spurningin um vegleiðandi fólkaatkvøðu. Greitt er, at tað verða vegleiðandi fólkaatkvøður í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu. Meðan kommunustýrið í Fámjin hevur gjørt av, at ongin vegleiðandi fólkaatkvøða verður í kommunu.

 

Ógreitt er hvørjar ávirkan hetta fer á ætlanina um at leggja kommunurnar í norðaru hálvu í Suðuroynni saman til eina kommunu,skrivar sudurras.fo.