Eg eri sera nøgdur við, at vit í seinasta valskeiði fingu lógina um sammøður upp á pláss við tógvi stríð og við eftirfylgjandi nógvum politiskum rembingum í ávisum flokkkum - men hetta var neyðugt.
Líka neyðugt og sjálvfylgiligt er tað eisini, at barnið kann fáa eftirnavnið hjá síni sammóður.
Dagin fyri løgtingsval varð útskrivað, bleiv málsøkið givið landsstýrismanninum við vinnumálum og skotbráðið ov stutt at fáa tað framt i verki - men verði eg afturvaldur, vil eg tryggja, at hetta verður útint straks nýggj samgonga er skipað, vónandi við Sambandsflokkinum í leiðslu landsins.
Johan Dahl,
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið