Tað eru fleiri dømi í seinastuni, at kommunulæknaskipanin er hótt. Tað síggja vit tá komandi kommunulæknar ivast í, um teir vilja arbeiða sum kommunulæknar. Tá tað eru nógvir føroyingar, sum ikki hava sín egna kommunulækna. Og tá at kommunulæknarnir føla seg noyddar at broyta vaktarskipanina, tí teir ikki megna arbeiðstrýstið í gomlu skipanini.
Uttan eina væl virkandi kommunulæknaskipan, hóknar alt sjúkrahúsverkið. Tað eru kommunulæknarnir sum stýra inngongdini til sjúkrahúsverkið, og uttan teir klárar restin av skipanini als ikki at fylgja við. Fyri vanliga føroyingin er tað eisini ein stór trygd at hava ein kommunulækna, sum hann kennir.
Tað týdningarmesta, vit kunnu gera fyri at fáa kommunulæknaskipanina at virka, er at fáa nokk av kommunulæknum. Men tað tekur tíð. Vit eiga at útbúgva fleiri serlæknar í almennari læknafrøði. Kortini vit mugu vera varug við, at úrslitini av tí síggja vit ikki orduliga fyrr enn um 10 ár. Tí mugu vit eisini gera okkurt, sum ger ein mun nú. Har eiga vit at hyggja neyvt at samstarvinum ímillum landið og kommunulæknarnar.
Tað manglar eftir mínum tykki ein virðing fyri kommunulæknafakinum í politisku skipanini. Allarhelst er ein av orsøkunum til hetta manglandi innlit í kommunulækna arbeiði. Um eg verið valdur, vil eg viðvirka til at fáa eitt virðiligt samstarv upp at koyra ímillum allar partarnar. Har haldi eg, at tað manglar ein læknarødd á politisku skipanini, sum kann viðvirka at fáa hetta at virka betur.
Í dag eru tað ov nógvir føroyingar sum ikki hava sín egna kommunulækna. Hetta er ikki nakað, sum er lætt at loysa her og nú. Men tað byrjar við, at vit fáa samstarvið ímillum kommunulæknarnar og landið at ganga í takt, so fáa vit loyst nakrar av avbjóðingunum beinanveg. Síðani skulu vit eisini tryggja, at framyvir fara tað at vera nokk av kommunulæknum. Tí allir føroyingar skulu hava sín egna kommunulækna.
Marnar Fríðheim Kristiansen,
valevni fyri Javnaðarflokkin