SEV: Javnbjóðir atgongd fyri øll – eisini til streymin

Eingin ivi er um, at vit mugu sleppa okkum av við oljuna, ongantíð ov skjótt. Vit skulu arbeiða skjótt og væl við grøna orkuskiftinum. SEV skal ikki privatiserast, men verða verandi á kommunalum hondum. Bert á hendan hátt kunnu vit framhaldandi tryggja rímiligar prísir á el-orku fyri øll í Føroyum.

 

Tað er gott, at privat feløg framleiða inn á el-netið, men sjálv el-veitingin skal ikki enda á privatum hondum við duopoli sum avleiðing og síðani himmalhøgum kostnaði, fyri at tú og eg skulu kunna hita okkum húsini, kóka okkum ein temunn og fara í heitt brúsubað. Hetta uppliva fólk í okkara grannalondum, og hesa støðuna ynskja vit ikki.

 

SEV er sum orkuveitari til øll í Føroyum fyri sama kostnað grundleggjandi partur av okkara undirstøðukervi. Hetta er fyri ein prís, sum ikki er grundaður á profitt-optimering, men uppá veitingartrygd.

 

Semjuskjalið um SEV, sum varð undirskrivað undir seinastu samgongu, hevur nógvar spennandi ætlanir fyri grønu framtíðina. Men neyðugt er við ávísum broytingum, tí semjuskjalið skerjir møguleikarnar hjá SEV fyri kappingarføri í útbjóðingarumførum, tá orkumyndugleikin bjóðar út varandi orkuframleiðslu.

 

Vit skulu tryggja javnbjóðis atgongd til framtíðar orkukeldur. Hetta gera vit einans við at varðveita SEV á kommunalum hondum.

 

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan eftir løgtingsvalið 8. desember.

 

X við Javnaðarflokkin

 

X við Kristionnu Winther Poulsen