Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen hevur gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Montenegro, samanborið við tepra tapi fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani, skrivar Fótbóltssambandið.
Í dag klokkan 15:30 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Montenegro tekur ímóti á Gradski Stadion í Podgorica.
Talan er um annað umfar í undankappingini til EM 2025, og fyri okkara kvinnur ræður um at reisa seg eftir tepra tapið fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani, og ósigrarnar móti júst Montenegro í fjør, tá Føroyar og Montenegro vóru í sama bólki í Nations League.
Undan dystinum í dag hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen gjørt tríggjar broytingar millum tær fyrstu ellivu, ið verða sendar á vøllin frá byrjan, samanborið við dystin móti grikkum farna fríggjadag.
Eyðgerð Mikkelsen verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland og Ásla Johannesen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal, og fremst verður Malena Olsen.
EM-undankappingardysturin millum Montenegro og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.