Sigursrøðin hjá Njarðvík steðgaði

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Njarðvík er á einum deildum fyrsta plássi

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var á vøllinum í 77 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Njarðvík spældu dyst móti ÍBV á heimavølli í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Talan er um fyrstu stigini Njarðvík missir hetta kappingarárið.

 

Njarðvík er fremst í deildini saman við Fjölnir. Bæði liðini hava 10 stig fyri fýra dystir.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 tekur Njarðvík móti Þór Akureyri á heimavølli. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMál+/-Stig
1Njarðvík43106:1510
2Fjölnir43107:3410
3Grótta42208:628
4Þór41307:526
5ÍBV41216:605
6ÍR41214:405
7Dalvík/Reynir41214:5-15
8Keflavík41125:414
9Grindavík40316:7-13
10Leiknir R.41035:7-23
11Afturelding40224:9-52
12Þróttur R.40134:9-51