Siloakórið hevur sangløtu mikukvøldið klokkan 20

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni

Siloa í Fuglafirði skrivar: - Mikukvøldið 8. mai kl. 20.00 verður sangløta við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði. Felagssangur verður eisini á skránni.

 

Siloakórið hevur mong ár á baki og er knýtt at samkomuni í Siloa – og mikukvøldið verður, eins og vanligt plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert/sangløtu, áðrenn farið verður í summarfrí.

 

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

 

Ein góður drekkamunnur verður aftaná.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin! Skrivar Siloa í Fuglafirði.