Silvaland verður ein fantastisk uppliving

Steintór Rasmussen hevur verið við síðan Summar Festivalurin varð settur á stovn í 2004. Í ár hevur hann serliga tikið sær av Silvalandinum, men skal eisini sjálvur á pall leygarkvøldið klokkan 01:15

 

Steintór Rasmussen er ein av stovnarunum av Summar Festivalinum, og hevur tískil verið við øll árini. Í ár hevur hann serliga staðið fyri Silvalandinum.

 

- Eg haldi at vit eru á góðari leið við tíðarætlanini. Vit hava roynt hetta fyrr, so her er ikki so øgiliga nógv nýtt undir sólini, hóast vit altíð royna at hava okkurt spennandi og serstakt at seta á pall á hvørjum ári. Í mínum føri havi eg brúkt nógva tíð uppá Silvaland, sum er barnalandið, ið skal gera tað hugnaligt hjá børnum og familjum at koma á Summar Festival. Síðan vit byrjaðu í 2004 hava vit koyrt við konseptinum, sum er at Summar Festivalurin fyrst og fremst er ein familjufestivalur. Tó hava vit eisini havt nógvar stórar og flottar konsertir, sum kanska er meira til tey eldru - tað fyllir sjálvandi eisini nógv.

 

Gera nógv burturúr Silvalandinum í ár

 

- Silvaland verður fyriskipað á ein góðan og originalan máta í ár. Tað byrjar longu hósdagin tá ein stór skrúðgonga verður, sum endar í høllini. Eg vil mæla øllum, eisini teimum, sum ikki hava børn, at tjekka skránna út í Silvalandinum, tí har verður nógv spennandi og stuttligt undirhald á pallinum. Har verður eisini ein barnabólkur, sum eitur Smíl, ið fer at framføra. Bólkurin spælur fleiri Kular Røtur sangir, men eisini nýggjar sangir, sum eg havi skrivað saman við teimum.

 

- Nú eri eg akkurát áveg til Havnar har vit fara eftir einari stórari ísbjørn, einum grindahvali og einum kópi, ið verða sýndir fram her í Silvalandinum. Afturat tí verða klovnar, andlitsmáling, víkingabardagi og alt møguligt stuttligt. Tí vil eg heita á øll, sum vera í Klaksvík 3-5 august um at koma í KÍ-Høllina og Badmintonhøllina, tí hetta verður ein fantastisk uppliving.

 

Hóast tað ikki var ætlanin tá skráin fyri festivalin varð gjørd, so verður Steintór at síggja á pallinum á ársins Summar Festivali, nú Rani Nolsøe ikki fær spælt í ár.

 

- Eg vóni tað fer at ganga. Eg havi eisini roynt tað fyrr, og eg havi eisini Eyðun og ein góðan klaver spælara afturat mær. Vit fara fyri tað mesta at spæla Frændur sangir - tað gleði eg meg eisini til.