Tað vóru skelkandi tíðindi at hoyra at Føroyar ikki hava ráð til at hava sáttmálaásett eftirlit við russiskum skipum í føroyskum havnum.
Játtanirnar eru ikki nóg stórar!
Tað er allan heiður vert at tað almenna roynir at spara og ikki oyðslar við okkara skattum. Hetta krevur tó nágreiniliga raðfesting.
Ovast á hesum lista stendur í øllum londum verjan av landinum. Eitt land sum okkara skal tí ansa eftir at fremmand skip ikki koma at gera okkum ónáðir. Ein partur av skattainntøkum landsins skal tí nýtast til vaktarskip fyri at eygleiða hvat ið útlendsk skip fáast við innan fyri okkara sjómark. Vit hava eisini slík skip, men tey eru ov fá, og játtanin til tey er undir alt lágmark, tí tá líður út á árið hava tey ikki ráð til at gjalda fyri olju.
Hetta er ikki tí at vit ikki hava ráð til at gjalda hesar útreiðslur. Okkara dugnaligu vinnulívsmenn hava megnað at fingið okkara framleiðslu at gerast størri fyri hvønn íbúgva enn fyri hvønn dana. Tí er einki meir rímiligt enn at vit eisini guldu eins stóran part av okkara inntøku í skatt enn danir gera. Hevði so verið, høvdu vit væl havt ráð til at goldið allar tær útreiðslur, sum danir hava av sjóverju okkara – og mangt slíkt! Okkara sjóverja hevði tá havt ráð til olju, men eisini til skip við kanónum sum kundu havt skjótivenjingar eystan fyri Nólsoynna. Nato krevur av sínum limalondum, at tey gjalda 2% av sínari bruttotjóðarúrtøku til verjuna. Velja vit at vera við í nato, fer okkara íkast at verða 400 milliónir. Men Danmark hevur ikki hildið sínar limaskapstreytir og hevur stríðst við at koma upp á 1%. Við at sleppa teimum undan byrðuni av verjuútreiðslunum í Føroyum kunnu teir fáa eitt betri umdømi úti í heimi, og tað skal vera teimum væl unt.
Men tað er ikki nóg mikið at hava verju á sjónum. Vit mugu eisini ansa eftir tí sum kann koma loftvegis. Tað er tí vit skulu hava radarar so vit í góðari tíð kunnu fyrireika okkum um fíggindar nærkast. Koma fíggindar gjøgnum okkara sjóverju og loftyvirlit og royna at seta fótin á land hjá okkum, mugu vit hava okkara egnu herbúgving á landi. Líka til 1865 høvdu vit ein skansa í Havn, sum vit sjálvi mannaðu og fíggjaðu. Hann gjørdi okkum nógv gagn frá tá ið Magnus Heinason fekk hann í lag. Ófriðarskip komu í 1629 úr Alsjir til Føroya. Tey dittaðu sær ikki at nærkast skansanum, men løgdu á Hvalba og tóku 30 fólk. Tá skansin fall í 1808 var tað ikki tí at føroyingarnir hopaðu undan, men tí at danski herovastin gav okkara monnum boð um at leggja niður vápnini og tann einasti sum royndi at skjóta fekk revsing.
Eins og okkara undirfíggjaða sjóverja megnar við sínum dugnaskapi at halda skil á, er einki at ivast í at hon saman við einum loftyvirliti og okkara egnu hermonnum hevði megnað at givið okkum nógv betri trygd enn nøkur onnur loysn.
Vit skulu eisini minnast til, at tað er bannað at leggja í kríggj. Tann, sum hetta ger, kann koma í kløtur, um tann hann leggur á, ger mótstøðu. Øll skilagóð lond hava tí verju. Tí er so altumráðandi at vit hjúkla um okkara sjóverju og styrkja hana so hon, ið hvussu er, fær olju.
Við sjálvstýriskvøðum
Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins
Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:
https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/05/sjoverjan/