Sjóvinnufelagið havt aðalfund

Á aðalfundinum vóru Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen og Finn Jakobsen vald í nevndina. Christian Danielsen stóð ikki fyri vali.

 

Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær sostatt soleiðis út: Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen, Finn Jakobsen og Christian Danielsen. Hartil varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Mouritz Mohr sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni.

Tað eru í dag 24 limir Sjóvinnufelagnum.