Enn eru nakrar kommunur, sum ikki hava havt skipanarfund og sum soleiðis heldur ikki hava skipað nývaldað bygdaráðið, sum skal taka við hin 1. januar 2025.
Ein av hesum kommunum er Skálavíkar kommuna, og her hevur ikki borið til at samlað nývalda bygdarráðið, tí øll tey nývaldu hava ikki verið heima samstundis.
Sitandi borgarstjóri, Linjohn Christiansen, var staddur umborð í grønlendskum rækjuskipi á valinum, men hann er komin heimaftur síðan.
Tveir aðrir bygdarráðslimir eru ikki heima í løtuni, og hin fyrri av hesum kemur ikki heimaftur fyrr enn 22. desember.
Nývalda bygdarráðið skal skipa seg fyri 1. januar 2025, men hetta verður eingin trupulleiki, hóast fólk ikki eru heima til ta tíð.
Fyrstvaldi, sum er Linjohn Christiansen, sigur, at eykafólkini kunnu kallast inn, um tað vísir seg, at valdu bygdarráðslimirnir ikki kunnu møta á skipanarfundi.
- Eg vænti, at vit nakað skjótt fara at finna út av, nær skipanarfundur skal verða, og verður neyðugt tá at kalla eykalimir inn, verður tað gjørt, sigur hann.
Linjohn Chistiansen hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu øll árini út í eitt síðan hin 1. januar í 1989.
Á kommunuvalinum hin 12. november í ár var ógvuliga tætt millum listarnar í Skálavík. Listi A fekk 55 atkvøður og trý umboð, og listi B fekk 54 atkvøður og tvey umboð.
##med2##