Skip til Kalsoyarsiglingina verður projekterað í 2024

Landsstýrismaðurin upplýsti í løgtinginum í dag, at kjølurin verður strektur eftir ársskiftið í 2025

##med2##

 

Hvussu gongur tað við ætlanini at endurnýggja flotan hjá Strandfarðarskipum Landsins. Tað vildi Karlot Hergeirsson løgtingsmaður fyri Framsókn hava Dennis Holm landsstýrismann í samferðslumálum at greiða frá í tinginum í dag.

 

Karlot Hergeirsson vísti á brotið í samgonguskjálinum, sum varð undirskrivað 22. desember 2022, og har tað um hetta stendur, at

 

Farið verður undir at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast. Í tann mun, tað ber til, verða skipini smíðað í Føroyum og rikin við varandi orku.

 

Dennis Holm landsstýrismaður svaraði, at ætlanin er at fara undir projektering av skipi í 2024, og at ætlanin er at fara undir at smíða fyrsta skipið í januar 2025. Landsstýrismaðurin upplýsti, at eftir tilmæli frá Strandferðsluni verður fyrsta skipið smíðað til sigling á Kalsoyarleiðini.

 

Í orðaskiftinum var skjótt komið inn á siglingina um Suðuroyarfjørð. Herjolfur 3 siglir við farmi um Suðuroyarfjørð, men tað leigumálið verður skjótt liðugt.

 

Jacob Vestergaard vildi hava landsstýrismannin at umhugsa at keypa norska ferju, nú Fjordline hevur sett ferju til sølu. Tað vildi landsstýrismaðurin ikki hoyra talan um. Hann vildi heldur, at tað verður skundað undir verkætlanina at bora tunnil til Suðuroyar.

 

##med3##