Fríggjadagin bleiv størsta framstig higartil á grønu leiðini í Føroyum hátíðarhildið á Gellingarkletti. Tá blivu tær 6 stóru Vestas vindmyllurnar hjá Røkt settar í gongd og byrjaðu at framleiða grøna orku . Hesar 6 vindmyllurnar koma at framleiða 25 % av allari framleiddari el orku í Føroyum.
Vinnan er lyklaorðið
At tað eydnaðist at fáa hesa risa verkætlanina upp at standa upp á so stutta tíð vísir, hvussu skjótt eitt orkuskifti kann fremjast, um vinnan er við. Tí er tað so ómetaliga umráðandi at hava vinnuna við í øllum liðum í orkuskiftinum. Samstarv og samanhald millum øll lið er alneyðugt, um tað skal eydnast at fáa framt eitt burðardygt orkuskifti á øllum økjum. Millum annað hetta segði stjórin á EFFO undir hátíðarhaldinum fríggjadagin á Gellingarkletti.
Hesi orðini eru søtur tónleikur hjá okkum borgarligu og er 100 % í tráð við aðalmál fólkafloksins. Fólkaflokkurin hevur sum ongin annar, líka frá tí hann sá dagsins ljós á fyrsta sinni havt sum sítt aðalmál, at allar okkara vinnulívsfyritøkur á øllum økjum frá tí minstu til ta størstu skulu hava bestu kor at virka undir. Tær skulu hava bestu sømdir og bestu møguleikar. Einans soleiðis eru tær førar fyri at endurnýggja seg og gera seg stórar og sterkar. Hvør veit, kanska ein dag verða vindmyllur framleiddar í Føroyum og vit gerast ein enn størri viðleikari á alheims marknaðinum innan tøkni.
Fólkaflokkurin sær veruliga stóra potentialið í okkara dugnaliga vinnulívsfólki á øllum økjum. Og tað fara vit eisini at gera 4 tey næstu árini. Vit tosa kanska ikki so nógv um orkuskifti – tað lata vit onnur um. Vit fremja orkuskifti. Her er sjón fyri søgn. Við fólkaflokkinum á odda verða Føroyar skjótari grønar.
Eitt aftrat, vit síggja ikki reytt, um hesar vinnufyritøkur og allar aðrar fyritøkur, eisini innan tænastuvinnuna tjena pengar. Tað er fyritreytin fyri endurnýggjan, gransking og nýskapan.
X við fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.