Í dag eru góð tíðindi til tey, ið dáma donsku skemtirøðina Klovn við Casper Christensen og Frank Hvam. Tí næsta ár kemur ein heilt nýggj sesong av Klovn út.
Tað avdúkar TV2 á Facebook í dag.
Fyrsta sesongin av Klovn kom út í 2005, og hetta verður sostatt eitt 20 ára hátíðarhald.
Hetta verður eisini 10. sesongin, og so eru tríggir spælifilmar eisini komnir út seinastu árini.
##med2##