SKÚLAØKIÐ

Ábyrgdin hjá kommununi á skúlaøkinum, eru sjálvt karmarnir og útiøki hjá skúlunum.

 

Tað fyrsta, sum liggur fyri framman á skúlaøkinum, er at byggja nýggjan Hoyvíkar skúla. Hoyvíkar skúli hevur bíða alt ov leingi, og fólk handan skúlan eru eftirhondini troytt av at hoyra “næstu ferð” verður tað. Vit kunnu snøkt sagt ikki vera tað betjent, ikki at meina tað í álvara, og tí skulu vit gera nakað við tað.

 

Fyrireikingarnar til ein komandi nýggjan Hovyíkar skúla eru komnar væl áleiðis. Nú er gjørd ein uttanhýsis og innanhýsis faklig metan, hvat ber til at byggja á økinum, hvør tørvsmetanin er fyri einum nútíðar tvey sporaðum skúla, sum skal hýsa næmingum frá forskúla til 9 flokk, serskúlatilboðið, frítíðarskúla, lærarahópi, og hvussu man ímyndar sær at hýsa næmingunum, meðan bygt verður.

 

Somuleiðis er fyrst á tapetinum, at kanna, hvussu vit kunnu útbyggja skúlan á Argjahamri. Nú allar tær nýggju útstykkingarnar á Argjum eru í ger, so vita vit, at um ikki so nógv ár, so fer skúlin at vera fullur og neyðugt verður við fleiri hølum. Hetta fyrireikingararbeiði má setast ígongd beinanvegin, so man ikki stendur við skegginum í postkassanum, um nøkur fá ár.

 

Ætlanir á skúlaøkinum, er ein rakstrarpulja, sum í nógv ár er ógvuliga solidarisk býtt millum skúlarnar. Tó ganga tað ov nógv ár, áðrenn skúlanir fáa síni ynski og tørv nøktaðan, sum er sera rímiligur og sera viðkomandi fyri bæði skúlanæmingar og fyri nærumhvørvið at brúka í frítíðini, sum eitt gott og mennandi rørslu-og trivnaðarøki. Neyðugt er, at vit fáa sett meira av til hetta endamál. Tær ymisku skúlaleiðslurnar, skúlastýrini og næmingaráðini eru ógvuliga tilvitaði, hvat er tað rættað fyri tann einkulta skúlan, trivnaðin at frama.

 

Eg vil viðvirka til, at hetta vinnur frama.

 

Súna Mørk, Býráðslimur

 

X við valevni á Kommunulistanum