Skuldi við Norrønu - men koyrdi út av í Saksunardali

- Alt spældi væl av. Bæði bilur og persónur fingu eitt lyft til Havnar, og viðkomandi slapp umborð á Norrønu við bilinum, sigur løgreglan.

Um 21-tíðina í gárkvøldið fór ein bilur út av í Saksunardali. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta hevði ikki nógv upp á seg, men tey vita ikki rættiliga, hví bilurin fór út av.

 

Her er smalt, og í støðum liggur vegurin eitt sindur kronglutur; tí kann vera skjótt at fara skeivur á vegnum.

 

- Trupulleikin var, at hetta var ein bilur við útlendskari nummarplátu, sum skuldi avstað við Norrønu.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bæði bilur og persónur fingu eitt lyft til Havnar, og viðkomandi slapp umborð við bilinum.