Sáttmáli um liðugtgerð av vegnum Undir Gerðhamri

Í nýggju útstykkingini í Hvannasundi eru bæði grundstykki, ið kunnu seljast privatum, sum ynskja at seta búgv, og her eru eisini grundstykki til íbúðarbygging.

Seinasta fríggjadag undirskrivaðu Hvannasunds kommuna og Kanjon sáttmála um liðugtgerð av vegnum Undir Gerðhamri í Hvannasundi.

 

Tað vóru Katrin Næs, borgarstjóri og stjórin í Kanjon, Kjartan Hansen, sum skrivaðu undir sáttmálan.

 

Hin 27. mars í ár lýsti kommunan nøkur grundstykki til sølu í nýggju útstykkingini Undir Gerðhamri í Hvannasundi.

 

Sagt varð, at kostnaðurin fyri grundstykkini er 300 krónur fyri fermeturin, umframt kostnaður fyri tinglýsing.

 

Í útstykkingini eru bæði grundstykki, sum kunnu seljast privatum, sum ynskja at seta búgv, og her eru eisini grundstykki til íbúðarbygging.

 

Ein serstøk byggisamtykt er galdandi fyri økið, og í skeytunum verður sambært Hvannasunds kommunu bústaðarskylda ásett.

 

Tey, sum kundu hugsað sær at bygt her, kunnu venda sær til Hvannasunds kommunu á hvannasund(at)hvannasund.fo

 

Nýggi sáttmálin, sum varð undirskrivaður fríggjadagin, hevur við sær, at Kanjon nú fer at gera vegin Undir Gerðhamri í Hvannasundi lidnan.

 

##med2##