Strandfaraskipið Ritan í Hattarvík

Skulu kunna rinda ferðseðil áðrenn farið verður umborð

Næsta ár er ætlanin at broyta ferðaseðlasøluna til allar ferjurnar soleiðis, at ferðafólk hava avgreitt og rindað ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð

Strandfaraskipið Ritan í Hattarvík

Ætlanin er at seta verandi bíleggingarskipan í verk á øllum sjóvegis farleiðunum hjá SSL. Í løtuni mangla einans Nólsoyarleiðin og Fugloyar-/Svínoyarleiðin. Tað skrivar Strandferðslan í svari til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í sambandi við fíggjarlógararbeiðið. 

– Komandi ár er ætlanin er broyta ferðaseðlasøluna til allar ferjurnar soleiðis, at ferðafólk hava avgreitt og rindað ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð. Í tí sambandi er tað ikki ætlanin at gera verandi staðbundnu fyrimunarskipanir verri, skrivar Strandferðslan.

Á Suðuroyarleiðini hevur verið neyðugt at kanna og skráseta nummarplátur á akførum, ið fara umborð. Kannað verður, um hetta kann gerast meiri sjálvvirkandi, men tað vil helst altíð vera neyðugt við ávísari umsiting frá starvsfólkum. Uppmøtingartíðin fer at verða stytt niður í 15 minuttir frá 25 minuttum.

– Bíleggingarskipanin er komin fyri at vera og er alneyðug fyri í framtíðini at kunna avgreiða ferðafólka- og farmaflutning við sama skipi. Hartil kemur ein sannlíkt framtíðar avbjóðing við ravmagnsbilum, skrivar Strandferðslan.

 

 

Strandfaraskipið Ritan í Hattarvík