Skulu møta til arbeiðis í morgin klokkan 7

– Eftir avtalu við forstjóran í Sjúkrahúsverkinum skulu allir limir okkara møta, sum vanligt, til arbeiðis frá kl 7.00 í morginárini 15. novembur 2023. 

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, og Óluvá í Gong, forkvinna hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum

Tað skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í kvøld.

 

Semja er undirskrivað millum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og Fíggjarmálaráðið. Og felagið skrivar, at eftir avtalu við forstjóran í Sjúkrahúsverkinum, skulu allir limir okkara møta, sum vanligt, til arbeiðis frá kl 7.00 í morginárini 15. novembur 2023. 

 

Sambært semjuni, so er talan um ein trý ára sáttmála. 

 

Fyrsta árið, sum er hetta árið 2023, hækkar lønin 3,8 prosent. Annað árið, 2024, hækkar lønin 4,04 prosent, og triðja árið, 2025 hækkar lønin 2,15 prosent.

 

LESIÐ ALLA SEMJUNA HER

 

 

 

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, og Óluvá í Gong, forkvinna hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum