Sløk 800.000 eru flýdd úr Rafah seinastu vikurnar

- Í dag eru harðir bardagar og áhaldandi bumbing av Rafah, sigur leiðarin fyri ST-felagsskapin fyri palestinsk flóttafólk

 

ST veit í dag at siga, at næstan 800.000 fólk eru flýdd er býnum Rafah har suðuri í Gazageiranum, síðan ísraelski herurin av álvara leyp á býin.

 

- Í dag eru harðir bardagar og áhaldandi bumbing av Rafah, skrivar Philippe Lazzarini, leiðari fyri ST-felagsskapin fyri palestinsk flóttafólk.

 

Í styttari útgávu av navninum kallast felagsskapurin UNRWA. 

 

- Næstan helmingurin av fólkinum í Rafah - ella umleið 800.000 fólk - eru tvungin at rýma úr býnum undan hørðu ísraelsku álopunum.

 

Tað skrivar Philippe Lazzarini á X, fyrrverandi Twitter, í dag, og tað er leiðarin fyri UNRWA, sum er á myndini omanfyri.

 

Í Rafah búðu ikki nær til so nógv fólk fyri kríggið, men ein stórur partur av íbúgvunum hava leitað sær higar undan ísraelsku álopunum aðrastaðni í Gazageiranum.

 

Rafah liggur nær markinum til Egyptalands, og fleiri av heimsins londum heittu á Ísrael um ikki at senda sínar herdeildir inn í býin.

 

Ísrael sigur, at býurin er seinasti skansin hjá Hamas, og ísraelska stjórnin vil niðurberja Hamas, so felagsskapurin ikki verður ein hóttan móti Ísrael aftur.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Ísrael er eitt lítið land, minni enn Jútland. Gazageirin (í reyðum) er minni enn Streymoyggin.