Allar fyritøkurnar kring landið, sum smærri vinnurekandi hava bygt upp, eiga nú tørn. Tað verður altíð tosað um tær stóru fyritøkurnar, men eg haldi, at vit skulu skifta fokus.
Í mínum gerandisdegi velji eg – tá tað ber til – at keypa frá tí lokala og lítla heldur enn tí landsfevnandi og stóra.
Orsøkin er einføld: Mær dámar væl at síggja eigaran innan fyri diskin ella á staðnum. Og tað geri eg sum oftast. Tá veit eg, at hetta er ein persónlig sak, og at hetta er hjartabarnið hjá viðkomandi.
Partafelagsskatturin er 18% í dag. Fyri allar fyritøkur. Um tú hevur eina milliard ella 500.000 í yvirskoti, so er partafelagsskatturin tann sami.
Men eg haldi, at vit skulu gera tað lættari hjá smærri vinnurekandi at halda fyritøkuni uppi og hava fleiri pengar um hendi. Og tí skal partafelagsskatturin minka hjá smærri vinnurekandi.
Eitt dømi er, at ein fyritøka hevur eina millión í yvirskoti og rindar 18% í partafelagsskatti. So rindar hon 180.000 kr. Er partafelagsskatturin 10%, ja, so rindar hon 100.000 krónur.
Tað eru altso 80.000 krónur á muni. Hesir pengarnir kundu gjørt stóran mun fyri tað fjølbroytta vinnulívið, vit vilja hava.
Eitt er at síggja og tosa við eigaran, sum eisini selur tær vøruna. Tað hevur stórt virði. Men sum samfelag mugu vit altíð stremba eftir einum fjølbroyttum vinnulívi við nógvum smáum og stórum fyritøkum.
Hetta er eitt hjartamál hjá mær, sum eg fari at endurtaka komandi vikurnar.
Bjarni Arge, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin