Eitt lítið óhappi hendi í R. C. Effersøesgøtu í Havn í gjár út fyri Effostøðina í Gundadali. Tað vóru tveir smádreingir á súkklu, um tólv ára aldur. Annar drongurin snaraði brádliga út fyri ein bil, sum kom koyrandi. Drongurin á súkkluni datt, og speglið á bilinum brotnaði. Drongur fekk tó ongan skaða. Førarin fór úr bilinum og tosaði við dreigin, sum síðani súkklaði víðari, uttan at málið varð fráboðað løgregluni.
Talan var um ein ungan bilførara.
– Nakað seinni ringir mamma bilføraran, sum vildi tryggja sær, at alt var í lagi viðvíkjandi hesum óhappinum. So um tað eru foreldur, har sonurin er komin heim og greitt frá óhappinum, so kunnu tey venda sær til løgrgluna. Talan er tó ikki um, at nakar skal skuldsetast fyri nakað, men bara fyri at enda málið, sigur vakthavandi á politistøðini.