SMS: Kyndil vann 1. FM hálvfinaluna

Kyndilskvinnur vunnu í høllini í Vestmanna

Savnsmynd

Kyndil er á odda 1-0 í FM hálvfinaluuppgerðunum móti VÍF í SMS-deildini.

 

Kyndilskvinnur vunnu í kvøld 26-20 á VÍF í høllini í Vestmanna. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11.

 

Tá sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var Kyndil á odda 18-11. Tað eydnaðist VÍF at minka um munin til 16-19, men so dróg Kyndil frá aftur.

 

Rannvá Olsen var toppskjútti hjá VÍF við fimm málum. Turið Arge Samuelsen (savnsmyndin) var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

 

2. FM hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag klokkan 17.30

 

Um VÍF vinnur tann dystin verður 3. FM hálvfinalan leikt í høllini á Hálsi komandi týskvøld.

 

Vinnur Kyndil 2. FM hálvfinaluna leygardagin eru tær klárar til FM-finalurnar. 

 

HER er dómarseðilin frá HSF frá 1. FM hálvfinaluni millum VÍF og Kyndil:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd